##med2##
Næstelsta fótbóltsfelagið í Føroyum, KÍ tók móti aldursforsetanum, TB við Djúpumýrar í Klaksvík í kvøld.
KÍ vann ein harðvunnan 2-1 sigur, har TB stríddist væl, og var eisini á odda 1-0 í steðginum.
KÍ – TB 2-1 (0-1)
0-1: John Villi Wøldike Leo 18.
1-1: Jákup B. Andreasen 52.
2-1: Jóannes Bjartalíð br. 79.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen heldur, at tað var ein sera krevjandi dystur hjá KÍ. Samstundis vil Mikkjal rósa TB fyri eitt framúr gott avrik.
Mikkjal er tó glaður um at hansara menn megnaðu at finna avgerandi resursurnar fram, ið gjørdu tað møguligt at knógva heim ein 2-1 sigur.
Nú gleða Mikkjal og hinir í KÍ seg til at taka móti HB komandi mikukvøld í innleiðandi umfarinum í kappingini um løgmanssteypið.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Mikkjal Thomassen.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther.










