Danski nevaleikarin Mikkel Kessler vann í gjárkvøldið dystin ímóti amerikanaranum Allan Green í Parkini í Keypmannahavn. Næstan 15.000 fólk vóru og hugdu at dystinum, og tey fingu ein hvøkk longu í 1. umfari, tá Kessler fór í gólvið. Tað vísti seg kortini, at hann var dottin.
Í øðrum og triðja umfari rakti danin amerikanaran fleiri ferðir, og í 4. umfari rakti hann so væl, at Allan Green reyk í gólvið, og har varð hann liggjandi. Fleiri lupu inn í ringin, tí tey hildu, at hann hevði fingið álvarssaman skaða, men so var tíbetur ikki. Aftaná segði Allan Green, at hann mintist ikki, hvat hendi seinast í dystinum.
Hetta var tann fyrsti dysturin hjá Mikkel Kessler síðani juni mánað í fjør, tá hann basti fransmanninum Mehdi Bouadla. Við sigrinum í gjárkvøldið hevur Kessler vunnið 45 av 47 dystum.










