Mikkel Hansen hevur fingið blóðtøpp

Sambært PSG fekk Mikkel Hansen ein blóðtøpp í lunguni eftir at hava verið undir skurði í síðstu viku. Hann hevur tí spælt sín seinasta dyst fyri PSG

 

Mikkel Hansen hevur spælt seinasta dystin fyri PSG. - Foto: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix

Hondbóltsspælarin Mikkel Hansen er úti tað sum eftir er av kappingarárinum.

Orsøkin er eftirsjúka eftir eina skurðviðgerð, sum hann var undir í Danmark í síðstu viku, skrivar PSG á heimasíðuni.

Mikkel Hansen skuldi undir skurð, tí hann hevði trupulleikar við bróski í høgra knæ. Hann skuldi verða burtur í fýra til seks vikur, men tað fer nú eftir øllum at døma at taka nógv longri tíð.

Fraklendingarnir skriva, at Mikkel Hansen eftir skurðviðgerðina fekk æðrabruna saman við blóðtøppi í lungunum.

Sambært PSG skal royndi danski landsliðsspælarin viðgerast við blóðtynnandi heilivági í fýra til seks mánaðir.

– Tá hendan viðgerðin ikki kann sameinast við kontaktítrótt á høgum støði, verður nummar 24 á parísaraliðnum ikki tøkur aftur hetta kappingarárið. 

Tað merkir so í veruleikanum, at Mikkel Hansen hevur spæl seinasta dystin fyri PSG.

Tí frá komandi kappingarásbyrjan fer bakspælarin heim til Danmarkar at spæla fyri Aalborg Håndbold.

/ritzau/

 

Mikkel Hansen hevur spælt seinasta dystin fyri PSG. - Foto: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix