Altjóða hondbóltssambandið, IHF, kunngjørdi í dag, at danin Mikkel Hansen er heimsins besti hondbóltsspælari 2011. Tað eru fjepparar, fjølmiðlafólk og nakrir serkønir hjá altjóða hondbóltssambandinum, sum hava valt tann 24 ára gamla danan.
IHF sigur, at Mikkel Hansen fekk 31 prosent av atkvøðunum, og at hann vann framman fyri Filip Jicha úr Kekkia, sum var heimsins besti í fjør.
Mikkel Hansen spælir við danska stórfelagnum AG København.
Heimsins besti kvinnuligi hondbóltsspælari er eisini valdur, og her fall valið á norsku Heidi Løke.