Mikkel Frankoch vil gera mun í HB

Eg taki alt við mær, sum eg havi lært aðrastaðni, sigur nýggi miðvallarin hjá HB

Fríggjadagin kunngjørdi HB, at felagið hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla miðvallaran Mikkel Frankoch. Hann annars danski spælarin, sum er komin til í vetur. Hin er miðvallarin Mathias Nygaard.

Mikkel Frankoch hevur seinast spælt við Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini. Alt byrjaði í Greve, og umvegis Brøndby, FC Midtjylland og Skive, endaði hann í Vendsyssel. Nú er hann komin til HB, har hann vónar at geva íblástur til yngri spælarar.

– Eg eri ein glaður persónur, og vil fegin ávirka onnur, soleiðis at tey eisini eru glað. Eg taki alt við mær, sum eg havi lært aðrastaðni. Her er ein rúgva av góðum, ungum leikarum, og vónandi fái eg hjálpt teimum onkursvegna, soleiðis at vit fáa eitt gott kappingarár. Og so vil eg vinna. Eg vil vinna hvønn dyst, og vónirnar eru sjálvandi at eg kann vera við til at vinna okkurt steyp. Eisini eru dystirnir í Europa spennandi, sigur Mikkel Frankoch millum annað við HB.fo.

Hann sigur eisini í samrøðuni, at hann hevur kent til áhugan frá Jens Berthel Askou og HB í eina tíð. Hann heldur eisini skemtandi fyri, at fyri hvørt skiftið er hann fluttur longur norðureftir.

Tilgongdin hjá HB telir nú Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Heri H. Mohr, Øssur M. Dalbúð, Jákup Højgaard og Teit Jacobsen, sum ikki verður tøkur fyrstu vikurnar.