Mikkel Beha Erichsen hevur siglt á heimsins høvum, eisini saman við pápanum Troels Kløvedal. Mong hava fylgt ferðum teirra í sjónvarpi.
Nú leggur Beha leiðina norðureftir, saman við familju síni. Herfyri var frammi, at Beha skuldi ogna sær nýggjan bát, tí bátur hansara, sum hevur siglt undir heitum himmalhválvum, ikki megnar ferðina, ið hann nú ætlar sær undir.
Nú gongur leiðin nevniliga norðureftir. Framvið norsku strondini, og síðani til Føroya, Íslands og Grønlands, veit Sermitsiaq at siga.