Mikines, Danielsen og Heinesen á aktión

8. og 9. desembur verða føroysk listaverk seld á aktiónshúsi í Danmark

 

Í morgin, mánadagin 8. desembur og týsdagin, 9.desembur, hevur aktiónshúsið Bruun Rasmussen aktión við heitinum “Internationale malerier, antikviteter og moderne kunst”.
 
Á aktiónini verða alskyns príðislutir og list, millum annað nevna tey eina brosju við einum óviðgjørdum rubinsteini.

Eisini føroysk list er sett til sølu. Talan er um málningar av Mikines, Steffan Danielsen og William Heinesen, sum allir munnu teljast millum føroya kærastu listamenn.


Av Mikines eru seks málningar settir til sølu. Eyðkendu grindadrápini hjá Mikines fanga skjótt eygað í aktiónsblaðnum, tríggir teirra eru settir til sølu. Umframt grindadráp, eru náttúrumálningar av Mikines til sølu, annar “Nordenvind” og hin av brimbardum klettum. 


Trý verk av William Heinesen eru eisini at finna millum aktiónslutirnar. Millum hesi eru tvær pastelmyndir, onnur eitur “Gandakelling” og hin er av Tindhólmi.

Málningurin av Steffan Danielsen ímyndar eitt fuglaberg í Hesti.


Til ber at síggja allar málningarnar á heimasíðuni hjá Bruun Rasmussen.



"Bruun Rasmussen kunstaktioner" er ein familjufyritøka, sum hevur selt list og søguligar lutir síðani 1948. Av teimum fýra aktiónshúsunum, sum hoyra til Bruun Rasmussen, liggja trý í Keypmannahavn og eitt í Århus.