Mikael Gren – Føroyar og altjóða oljuvinna

Mikael Gren er føddur í Svøríki og kom til Føroya fyri góðum 20 árum síðani. Hann giftist føroyskari kvinnu og tey adopteraðu tvey indisk børn, sum í dag eru 12 og 17 ára gomul. Seinastu tvey árini hava tey øll búð í Mumbai, har Mikael arbeiðir hjá fyritøkuni Transocean, sum rekur fleiri boriskip og pallar

Hann sær fegin, um olja verður funnin í Føroyum, at hann kann koma heimaftur at arbeiða og lata føroyingar fáa lut í sínum royndum.

Mikael Gren lærdi til maskinmeirstara í Føroyum og bleiv liðugur í 1997. Hann fór til arbeiðis hjá Transocean á heysti sama ár. Í 2006 bleiv hann liðugur sum Master of Science in Management á Robert Gordon University í Aberdeen. Hetta var við fjarlesturi í trý ár.

Frá 1997 og komandi 10 árini arbeiddi hann umborð á boripallum í Bretlandi, Noregi, Suðurafrika, Nigeria, Fílabeinsstrondini, Brasilia, Spania, Hálandi, Egyptalandi og India. Hetta hevur verið eitt sera spennandi arbeiði saman við nógvu ymsum mentanum sigur Mikael. Tað hevur verið áhugavert og læruríkt at verið við til at tilrættaleggja viðlíkahald umborð á boripallum, sum skulu á beding.

Í India hava teir tikið stig til at menna eina nágreiniliga kanning og eftirlit av BOP (Blowout Preventer) útgerð umborð á boriskipum. Hetta fyri at staðfesta, at útgerðin er 100% álítandi, og at teir gera sítt víðlíkahald eftir forskriftunum. Tá eftirlit skal gerast má pallurin liggja stillur í eina tíð og hetta kann vera kostnaðarmikið, men teir taka trygdina framum tað fíggjarlíga, tá tað kemur til útgerð, sum kann vera til vanda fyri lív og umhvørvi, um hon ikki virkar.

Í 2007 fekk Mikael starvið sum “Rig Manager” á einum boriskipi, sum boraði í Egyptalandi. Í 2008 varð hann fluttur til India, har hann gjørdist tekniskur stjóri fyri ankraða pallin Actinia. Í dag er hann tekniskur stjóri umborð á boriskipinum Deepwater Frontier.

Uppgávan sum tekniskur stjóri er at syrgja fyri, at alt tað tekniska umborð riggar, og at viðlíkahald er gjørt eftir fyritreytunum. Hann hevur eisini ábyrgd av, at trygdin hja fólkunum og umhvørvinum er í hásæti. Ein sera týðandi partur av útgerðini umborð er útgerð, sum verður brúkt til at hava eftirlit við brunninum.

Hetta er kostnaðarmikil og serstøk útgerð og sum má rigga til eina og hvørja tíð. Hann hevur so eisini til uppgávu at leggja fíggjarætlanir og fylgja rakstrinum. Ein onnur sera týdningarmikil uppgáva er at leggja langtíðar viðlíkahaldsætlanir, sum ganga 5 ár fram í tíðina.

Í løtuni fyrireika teir at bora ein brunn í Eystur Timor. Har eru trygdarkrøvini sera strong og kunnu sammetast við krøv, sum verða sett palli, ið skal arbeiða á australiskum øki. Har setir stjórnin sera høg krøv til alla útgerð, sum kann ávirka umhvørvið, um okkurt skuldi gingið galið.