MIFUNES - SÍÐSTI SANGUR

Kresten (Anders W. Berthelsen) livur í yuppie-umhvørvinum í Keypmannahavn - og honum bíðar ein spennandi karriera, til hann brúðarnáttina verður ringdur upp úr Lollandi, tá hann fær at vita, at pápin er deyður. Hann hevur frágreiðingartrupulleikar yvir fyri konuni, Claire (Sofie Gråbøl), tá hann hevur billað øllum inn, at hann onga familju hevur.

Tað verður ikki lættari hjá Kresteni, tá hann sær aftur familjugarðin, sum er niðurslitin, og eldra bróðrinum, Rud (Jesper Asholt), sum er einsamallur, forsumpaður og ikki førur fyri at klára seg sjálvan.

Kresten, sum er snópin av at hava drigið døkku fortíðina fram í ljósið, roynir ørkymlaður at halda konuni aftur við eini lygn fyri og aðrari eftir.

Men tær kenslur, sum eru komnar fram eftir at hann hitti Rud, fáa hann at seta í verk eina desperata ætlan. Fyri at kunna venda aftur til gylta lívið í Keypmannahavn, lýsir hann eftir eini húshjálp, sum kann taka sær av beiggjanum. Men tá tann vakra Liva (Iben Hjejle) kemur, vendist alt. Tí Liva er heldur ikki tann, hon letst vera.

Við eini ógvuliga illgrunasamari konu á veg til Lollands, ein øran beiggja í bakgarðinum, gomlum fíggindum á garðinum og eini deiligari kvinnu í kamarinum, fær Kresten rættuliga trupulleikar.