Miðvingar vilja vinna

- Málsetningurin er altíð at vinna, sigur formaður í Miðvágs Róðrarfelag, Jógvan Hans Hansen

Miðvágs Róðrarfelag hevur seinastu árini staðfest sína støðu sum eitt av fremstu róðrarfeløgunum í landinum. Við sjey FM-heitum seinastu 14 árini og einum heiti sum Ársins Kappróðrarfelag í 2010, er eingin ivi um, at lítla felagið úr Miðvági er ein fastur táttur í oddinum.

 

Í ár rógva fimm manningar fyri Miðvágs Róðrarfelag: Áttamannafarið Miðvingur, seksmannafarið Riddarin við oldgirls, fimmannafarið Frúgvin við dreingjum og smágentu- og smádreingjaróður við fimmannafarinum Beintu, Møguliga verður ein fimmannafarsmanning í gentu- og kvinnuróðri, men hetta er ikki vist enn. Málsetningur felagsins er at vinna, sigur Jógvan Hans Hansen.

 

- Málsetningurin hjá okkum er altíð at vinna, og hetta sæst væl aftur í úrslitunum í farnum árum, har bátar okkara teljast millum teir best, sigur Jògvan Hans Hansen.

 

Inniróðurin hevur stóran týdning

Miðvágs Róðrarfelag hevur í nógv ár raðfest inniróður sum ein grundleggjandi part av felagnum. Við hesum hugburði hevur felagið fostrað upp innirógvarar í heimsklassa. Millum annað kann Sverri Sandberg Nielsen nevnast. Hann gjørdist heimsmeistari í inniróðri í 2011. Anny Davidsen gjørdist nummar fýra til somu kapping. Hesi bæði hava eisini verið fyrstu føroysku innirógvararnir, ið hava megnað at koma undir gyltu mørkini fyri kvinnur og menn í inniróðri: ávíkavist 6 minuttir á 2000 metrum fyri menn og 7 minuttir á 2000 metrum fyri kvinnur. Slík úrslit hava lagt lunar undir einari mentan í Miðvágs Róðrarfelag, sum fær ung folk at rógva kapp í Miðvági.

 

 

- Inniróðurin hevur verið ein  dyggur stuðul at fáa bátarnar mannaðar. Hetta einamest millum unga fólkið, og úrslitini hava verið stak góð í kappingum. Ynskiligt er, at rógvarar kring landið luttaka meira í hesum kappingunum, sigur Jógvan Hans Hansen at enda.