Miðstovugarður og Uttastovugarður í Trøðum á Sandi hava í fleiri ár gjørt nógv burtur at velta ymiska grøði.
Nú bjóðar Miðstovugarðurin ølllum sandoyingum og øðrum, sum hava hug, at koma á "purruveiði" á Sandi, sum tey rópa tað.
- Kom og ver við til at bjarga purrunum frá regninum og gjald tað, tú heldur er passandi, siga tey á Miðstovugarðinum.
Tiltakið, sum tey skipa fyri, verður sunnudagin 19. desember frá klokkan 13.30 tll 16.30.
Tá tiltakið verður, bjóðar Mold-og Matmentanarháskúlin eisini kaffi, te og køkur í veltuni.
- Eitt lítið preið: Purrurnar rigga serstakliga væl at skera í flísar og frysta. So eigur tú altíð purrur til súpanir, verður lagt aftrat.