Í ár verður ólavsøkan hjá henni øðrvísi enn onnur ár.
- Eg fari á summarskeið hjá Nordspråk á Álandi 24.-28. juli, umboðandi Føroya mál. Tískil komi eg ikki heim fyrr enn 29. juli. Vænti, at eg fari ein túr á ólavsøku tá.
Jastrid á Dalbø sigur, at henni dámar so sera væl at fara á ólavsøku og helst í føroyskum klæðum.
- Haldi, at ólavsøkan hevur stóran týdning. Fyri meg er ólavsøkudagur halgidagur. Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara, og hetta eru eisini veitsludagar.
Hon sigur, at hon hyggur altíð eftir ólavsøkugudstænastuni og eisini kórsanginum.
- Mær dámar væl at fylgja við kappróðrinum, serliga tá tú kennir onkra manning, eitt nú, tá næmingar eru í onkrum báti.
Henni dámar væl at vera til útimøti hjá Frelsunarherinum á Vaglinum, og hon roynir eisini altíð at náa onkra framsýning.
- Føroyska dansin dámar mær eisini væl, leggur hon aftrat.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Ólavsøkan er fevnandi og breið, og okkurt er til øll. Tað haldi eg er gott. Skráin er altíð rúgvusmikil, og eg nái ongantíð alt, eg havi hug til.
Hon heldur, at tað er so hugnaligt at hitta fólk, detta inn á gólvið hjá onkrum og fáa ein góðan bita.
- Fyrr fóru vit við børnunum, men nú eru tey so vaksin, at tey fara við sínum vinfólkum.
##med2##
Jastrid á Dalbø heldur, at tað er eitt sindur rokasligt, tá øll skulu í føroysku klæðini, men hetta er eisini hugnaligt.
- Tað er hugtakand at síggja so nógv í føroyska búnanum, og hetta er sera vakurt.
Hon heldur, at eisini midnáttarsangurin er serstakur og rørir hjartað.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Eg haldi ikki, at ólavsøkan nýtist at vera øðrvísi, enn hon er. Eg gleðist um øll tey ymisku tiltøkini og tey mongu sjálvbodnu, ið skipa fyri ymiskum kring um í býnum á ólavsøku, sigur Jastrid á Dalbø.












