Miðnámsskúlarnir kunningardag

Seinasta freist at søkja inn á eina miðnámsútbúgving eftir summarfrítíðina í ár er leygardagin 15. mars, og tí ganga uttan iva nógvir næmingar í 9. og 10. flokkunum og umhugsa, hvørja leið teir skulu fara.

Í hesum sambandi skipa miðnámsskúlarnir í Havn fyri einum serligum kunningardegi, sum verður á Handilsskúlanum í Havn í morgin, har næmingarnir kunnu fáa alt at vita um tær ymsu miðnámsskúlaútbúgvingarnar.

Bæði Føroya Handilsskúli í Havn, Tekniski skúli í Havn, Tekniski Skúli í Klaksvík, Føroya Studentaskúli og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna eru við og greiða frá, hvørji tilboð teir hava at bjóða.

Við at trýsta á pílin undir myndini, ber til at hoyra samrøðu við Helenu Dam á Neystabø, stjóra á Føroya Handilsskúla, sum greiðir frá um henda stóra kunningardagin í morgin.