Miðnámsnæmingar mótmæla og fara rekkjukoyring til Havnar

Í morgin fara næmingar av miðnámi á Kambsdali mótmælisferð til Havnar – og tey bjóða næmingum á Glasi við.

Næmingaráðið á Kambsdali hevur boðið øllum næmingum á Glasi, sum hava hug, til eina rekkjukoyring í 2. blokki.

 

– Meiningin við rekkjukoyringini er at leggja trýst á landsstýrið, sum ikki ger nakað, hóast korona smikttutølini eru hægri enn nakrantíð.

 

– Tað skal undirstrikast, at eingin ynskir teams undirvísing, men eingin ynskir heldur, at tað endar við at jólaball og jólahugni enn einaferð verða útsett. Hvat loysnin upp á hesa streiku er, er ikki til okkum at bestemma, men til tey, sum stýra landinum. Hetta er ein sera góður møguleiki hjá okkum næmingum at standa saman, yvirum oyggjar og brúka okkara rødd og okkara makt, sum faktiskt er nógv sterkari, enn vit í dagligdegnum ganga runt og halda, skrivar næmingaráðið á Kamsdali.

 

Tey vísa eisini á, at trappustreikur ikki hava verið í fleiri ár.

 

– Tað er tíð til at taka aftur í mótmælisandan og at brúka tey amboð, vit hava. So í 2. blokki í morgin, fara næmingar á Kambsdali, og tey sum vilja á Glasi, at koyra rekkjukoyring.

 

Koyrt verður runt umkring, og meiningin er at koyra uttan fyri tingið, fyri at vísa okkum.

 

– Hetta er 100 prosent sjálvboðið, og tað er okey ikki at taka undir við hesum, og tað skal eingin niðurgerast fyri. Hetta er ein trupul støða, og allar meiningar eru í lagi. Tó vóna vit, at Glasir er væl umboðað í morgin, mánadagin, í 2. blokki, skrivar næmingaráðið á Kambsdali, sum kunnar nærri um rutuna seinni.