Støðan hjá miðlunum í Føroyum, Grønlandi og Íslandi, sum eru tey smáu londini í Norðuratlants-samstarvinum, og journalistisku arbeiðsumstøðurnar har vóru í brennideplinum á Ráðstevnuni “Miðlarnir í Norðuratlantshavi – Norðuratlantshavið í miðlunum”, sum í dag var á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn.
Fleiri føroysk miðlafólk, miðlaáhugað, embætisfólk og ein løgtingslimur tóku lut í ráðstevnuni, sum millum annað snúði seg um trupulleikan ella kynstrið at gera gravandi og kritiskan journalistikk í lítlum samfeløgum, har tey flestu kenna hvønn annan.
Meiningarnar eru ymiskar á ráðstevnuni um, hvussu miðlarnir og journalistarnir best megna avbjóðingina og kysnstrið at gera óheftan og dygdargóðan journalistikk, tó at keldurnar ofta eru grannar, skyldfólk ella vinir hjá journalistunum, ella hesir ofta eisini arbeiða ella hava arbeitt fyri teir persónar, politiskar flokkar ella fyritøkur, teir skulu viðgera.
Onkur helt, at strangar avmarkingar fyri, hvat ein journalistur kann gera við síðuna av sínum arbeiði er rætta amboðið, meðan onnur hildu, at ein opin og erlig vørumerking – ein almenn upplisting av veruligum, møguligum og hugsandi áhugamálum hjá journalistunum – er best gongda leiðin.
Hin parturin av ráðstevnuheitinum “Norðuratlantshavið í miðlunum” var tó inngangur til ráðstevnuna, tá bretski granskarin og geopolitiski serfrøðingurin Charles Emmerson frá altjóða viðurkenda hugbankanum Chatham House í London greiddi frá, hvat økini í Norðuratlantshavi – serliga arktiska økið – kunnu gera fyri sjálvi at ávirka tíðindaflutningin úr økjunum til restina av heiminum.
Tað er NORA, økissamstarvsnevndin undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið skipaði fyri ráðstevnuni.
Sí myndatema frá NORA-ráðstevnuni við at TRÝSTA HER.