Miðlar: Zelenskyj fer á G7 toppfund

HIROSHIMA: Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer til Hiroshima í Japan fyri at vera við á G7 toppfundinum.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, týski kanslarin, Olaf Scholz, bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, ES forsetin, Michel, italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, franski forsetin, Emmanuel Macron og japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida á fundi í hjá G7 londunum í Hiroshima í morgin. Mynd: Ministry Of Foreign Affairs Of Japan/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað siga keldur, ið kenna til ætlanirnar við miðilin Bloomberg.

Áður er boðað frá, at hann bara skuldi halda røðu fyri luttakarunum gjøgnum video.

Luttøkan á toppfundinum kemur, eftir at Volodymyr Zelenskyj seinastu vikuna hevur verið á vitjan í fleiri evopiskum høvuðsstøðum.

Ein ónevnd kelda í ES váttar fyri Reuters tíðindi um luttøkuna hjá Zelenskyj á fundinum.

Forsetin lendir sambært kelduni í Hiroshima sunnudagin.

Fundurin, sum byrjar í dag, er til sunnudagin.

G7 londini eru Kanada, USA, Bretland, Týskland, Frankaríki, Italia og Japan.

/ritzau/