Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer persónliga at hjálpa til við at seta ovasta leiðaran í Iran, eftir at ayatolla Ali Khamenei er deyður.
Tað segði Trump í samrøðu við amerikanska miðilin Axios.
– Eg skal vera við í setanini - júst sum við Delcy í Venezuela, sigur Trump.
Hann vísir til Delcy Rodriguez, sum hevur verið virkandi forseti í Venesuela, síðani táverandi forsetin, Nicolas Maduro, varð tikin av amerikanskum herdeildum fyrst í januar.
Trump sigur eisini, at hann ikki kann góðtaka, at sonurin hjá Ali Khamenei verður nýggjur ovasti leiðari í landinum. Hann vísir eftir øllum at døma til Mojtaba Khamenei, sum verður mettur at vera ein týðiligur eftirmaður.
– Sonur Khamenei er óviðkomandi fyri meg. Vit vilja hava onkran, sum kann fáa semju og frið í Iran, sigur Trump.
/Ritzau/











