Norðurlendskir og baltiskir leiðarar á bráðfeingis fund

Stjórnarleiðararnir í norðurlondum og baltisku londunum skulu hittast í dag at umrøða amerikansku friðarloysnina fyri Ukraina.

Hóast tað hevur verið ein langur dagur hjá luttakarunum á trygdarráðstevnuni í München, so er hann langt frá liðugur.

Sambært norska Aftenposten hittast stjórnarleiðararnir í norðurlondum og baltisku londunum í kvøld.

Fundurin snýr seg um útsøgnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, fyrr í vikuni, har hann boðaði frá, at hann fór at hitta russiska forsetan Putin fyri at gera eina avtalu, sum skuldi enda kríggið í Ukraina.

Fleiri evropeiskir politikarar hava verið vónbrotnir av, at tað eftir øllum at døma ikki var upprunaliga hugskotið at bjóða ukrainska forsetanum, Zelensky, til borðs.

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth, heldur tó, at amerikanarar longu hava drigið eitt sindur aftur.

- Tað er nú viðurkent, at Ukraina skal vera við, og at Evropa eisini skal hava pláss.

- Men enn er langt á mál, áðrenn tey kenna seg trygg. Tey eru sera bangin fyri, at tað fer at henda yvir høvdinum á teimum, segði Barth við tíðindastovuna NTB eftir at hava tosað við uttanríkisráðharran í Ukraina, Andrij Sybiha, seinnapartin í dag.

Sambært NTB hava norðurlond og baltisku londini farin saman um at fáa fleiri evropisk lond og NATO-limir at stuðla einum felags boðskapi til USA og til Trump.

 

/Ritzau/