Ísraelski herurin hevur ongantíð funnið prógv fyri, at hernaðarligi bólkurin Hamas systematiskt hevur stolið hjálp frá ST í Gaza.
Tað siga tveir leiðandi, ónevndir ísraelskir heryvirmenn og tveir aðrir ísraelar við innliti í málið við amerikanska blaðið The New York Times.
Hermenninir kalla upprunaligu hjálparskipanina hjá ST fyri "lutfalsliga álítandi og minni viðbrekna" fyri inntrivum frá Hamas enn nógvar aðrar hjálparvirksemi.
Sambært keldunum hjá amerikanska miðlinum hevur Hamas stolið frá nøkrum av teimum smærru felagsskapunum, sum góvu hjálp. Men dentur verður lagdur á, at eingi prógv eru fyri, at tey regluliga hava stolið frá ST, sum stóð fyri størsta partinum av neyðhjálpini.
Ein líknandi niðurstøða er komin til eina innanhýsis greining hjá amerikansku stjórnini, sambært tíðindastovuni Reuters.
Sambært einari framløgu av úrslitunum, sum Reuters hevur sæð, fann greiningin einki prógv fyri, at systematiskt stuldur av amerikanskari fíggjaðari humaniterari hjálp varð framdur av Hamas.
Ísrael hevur leingi ákært Hamas fyri at hava stolið neyðhjálp og hevur brúkt tað sum grundgeving fyri at avmarka atgongdina til neyðhjálp í Gaza.
Samstundis hevur tað verið argumentið hjá Ísrael fyri at skifta út fyrru býtisskipanina, sum ST stóð á odda fyri, við umstrídda ísraelskt og amerikanska stuðlaða felagsskapin Gaza Humanitarian Foundation.
Skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, svaraði ikki áheitanini frá The New York Times um viðmerkingar.
Í eini fráboðan til blaðið sigur ísraelski herurin, at tað er "væl skjalprógvað", at Hamas vanliga hevur "nýtt humanitera hjálp til at fíggja yvirgangsvirksemi".
Men sambært miðlinum mótmælir herurin ikki metingini um, at eingi prógv eru fyri, at Hamas regluliga hevur stolið hjálp frá ST.
Fyri Reuters setir Anna Kelly, talskvinna fyri Hvítu Húsini, spurnartekin við, um innanhýsis greiningin enntá er til.
Ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið tvíheldur eisini um greiningina. Talsmaðurin sigur við tíðindastovuna, at videoupptøkur eru, sum vísa, at Hamas rænir hjálp.
Talsmaðurin hevur tó ikki latið slík video til Reuters.
/Ritzau/