Stóra ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum bjóðar í ár framførslur við Marius Ziska og Danny Baldursson, og Hilmar Jan Hansen undirheldur
Miðlahúsið bjóðar aftur í ár fólki í Vágsbotn til tónleik og undirhald ólavsøkudag.
Tiltakið er blivið fastur partur av ólavsøkuhaldinum, og túsundtals fólk savnast í Vágsbotni at njóta tann lítla tíman. Hetta er ein av teimum óformligu, løttu løtunum, sum fólki dámar væl at vera til, áðrenn midnáttarsangurin bíðar á Vaglinum.
Í ár verða tónleikaframførslur við tveimum av best umtóktu føroysku sangarunum í nýggjari tíð – Marius Ziska og Danny Baldursson, sum er høvuðsmaður í Danny & The Veetos.
Hilmar Jan Hansen er sum tikin úr leikum at undirhalda og skemta, og hann verður eisini við á tiltakinum í ár.
Tónleikur og undirhald
Marius Ziska er aktuellur við nýggjari útgávu, og hann hevur havt nakrar festivalframførslur í summar. Tað tykist, sum hugurin at lurta eftir Mariusi veksur alsamt, og hansara framúr góðu sangskrivaraevni hava ført hann í front í føroyskum tónleiki. Sangir sum «Going Home«, »Nærveran« og tann nýggi »Silvurlín« eru á høgum altjóða stigi. Marius skrivar ikki bara góðar sangir, hann er eisini framúr sangari og tulkari av sínum egnu sangum. Nú spælir Marius fyri fyrstu ferð til ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum.
Danny Baldursson er oddamaður í sera væl umtókta poppbólkinum Danny & The Veetos, sum hava stórhittað við sangum sum »Sunnukvøld í mai« og »All right«. Melodiøsu og løttu løgini eru fangandi, og við kringum orðasmíði hava Danny & The Veetos fingið fólk at syngja við teirra sangir. Danny fer at spæla stóru hittini av pallinum uttan fyri Miðlahúsið.
Hilmar Jan Hansen fjølgávaður, og umframt at vera eitt nú fjølmiðlamaður og urguspælari er hann eisini framúr undirhaldari og skemtari. Hilmar Jan hevur nakrar ferðir undirhildið til ólavsøkutiltakið í Miðlahúsinum, og vit eru sera fegin um, at hann er til reiðar at fara á pallin aftur í ár. Hilmar Jan er garantur fyri stuttligum søgum og herming.
Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum verður í Vágsbotni ólavsøkudag kl. 22:00. Tað er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.