Miðlafólk og arbeiðsgevarar samd

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk eru vorðin samd um ein tvey ára sáttmála.

Fríggjadagin eydnaðist Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk at semjast um ein nýggjan tvey ára sáttmála. Tað verður upplýst á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.


Nýggi sáttmálin inniber, at limirnir hjá Føroysk Miðlafólk fáa eina lønarhækking á 1,98% hin 1. november 2015 og 2,25% hin 1. november 2016.


Talan er um somu hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.


Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall, og hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag harvið gjørt avtalu um fráboðanarfreist, við øll fakfeløg felagið hevur sáttmála við.