Miðfloksmaður spyr um mismun móti ikki-koppsettum

– Er tað framvegis galdandi, at bert koppsettir borgarar kunnu vitja sjúklingar á sjúkrahúsunum?

Tað vil Bill Justinussen, tingmaður Miðflosins, hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum.

 

Hann hevur sett landsstýrismanninum ein §52 fyrispurning um málið.

 

Hann vil eisini hava at vita frá landsstýrismanninum, hvør munurin er á einum koppsettum persóni og einum ikki koppsettum persóni, um báðir hava eina galdandi negativa koronu-test.

 

Hann spyr eisini, hvørja heimild sjúkrahúsleiðslan hevur at gera mun millum koppsettar borgarar og ikki koppsettar borgarar. Og eisini spyr hann landsstýrismannin, um hann tekur undir við hesum mismuni millum føroyskar skattaborgarar. Og at henda spyr hann:

 

– Fer landsstýrismaðurin at broyta treytirnar fyri, hvør kann vitja síni kæru á sjúkrahúsunum?

 

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Bill Justeinussen, til eitt skriv á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum 13. juli:

 

“Smittustøðan í Føroyum í løtuni hevur við sær, at avvarðandi eru varin við at vitja innlagdar sjúklingar á sjúkrahúsinum.    

Koppsettir borgarar kunnu framhaldandi vitja sjúklingar. Tó eiga koppsettir borgarar, sum hava verið uttanlands, at bíða eftir úrslitinum frá koronukanningini heimkomudagin, innan vitjað verður á sjúkrahúsinum.

Samstundis verður mint á almennu tilmælini um frástøðu og at spritta hendur, meðan vitjað verður.”

– Tað hevur alla tíðina verið almenni politikkur samgongunnar, at ikki skal gerast munur á koppsettum og ikki koppsettum í landi okkara. Skrivið frá 13. juli ger álvarsligan mun á borgarum í Føroyum, hóast allir gjalda sama skatt til somu tænastur. Landsstýrismaðurin verður biðin um at grundgeva fyri, hví ikki koppsett verða soleiðis viðfarin av okkara sjúkrahúsverki, og hví slíkur munur verður gjørdur, sigur Bill Justinussen.