– Tað verður fyrst og fremst ein stabilisering av eini sera veikari samgongu, sum í veruleikanum er ein minnilutasamgonga.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Hann sigur, at Miðflokkurin fegin vil sleppa upp í samgonguna.
– Tað ræður um at fáa ávirkan á politikkin, og tað fært tú best við at vera við í eini samgongu, sigur Jenis av Rana við útvarpið.
Tá Kringvarpið spurdi hann, um tað var fyri at forða broytingunum í hjúnarbandslógini, sum liggur í løgtinginum, segði hann, tað tað var tað ikki.
– Tað er ikki samgongan, sum hevur lagt málið fram. Tað stendur eisini øllum frítt at atkvøða, og hatta er ikki politikkurin hjá samgonguni, segði Jenis av Rana.
Ongar ítøkjuligar samráðingar hava verið millum Miðflokkin og samgonguna, men sambært Jenisi av Rana hava tey tosað um tað í gongini, sum hann málbar seg.