Tað segði Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Hann sigur, at hetta er liður í einum kynsstríði, har formansskapurin í Løgtinginum ætlar, at fólk, sum ikki kenna seg sum mann ella kvinnu skulu kunna kalla seg »løgtingsfólk«.
Í uppskotinum um at broyta heitini hjá ting- og landsstýrisfólki, sum er til viðgerðar í løtuni, verða heitini »løgtingsmenn, landsstýrismenn« og so víðari nevnd løgtingsmaður, løgtingskvinna ella løgtingsfólk. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin taka undir við uppskotinum, men vilja hava ikki hava, at møguleiki skal vera at siga »løgtingsfólk«, men bara »løgtingsmaður og »Løgtingskvinna«.
Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi, vísti á, at tað eru fólk, sum ikki vilja kenna seg sum mann ella kvinnu.
– Tað er bara so, og tað mugu vit tora at siga, segði hann.
Tað fekk Bárð á Lakjuni, tingmann fyri Fólkaflokkin, at spyrja Erling Eidesgaard, um tað eru fleiri enn tvey kyn.
– Nei, Erling Eidesgaard sigur ikki, at tað eru fleiri enn tvey kyn, men tað eru fólk, sum hvørki vilja kallast kvinna ella maður, og tað mugu tey gjarna fyri mína skyld. Tey kunnu kalla seg tað, sum tey vilja, tey kunnu gjarna kalla seg ein lyktapela fyri mær, svaraði Erling Eidesgaard.
Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum segði, at hann hevði ikki verið fegin um at verið kallaður »løgkvinna«, tá hann var løgmaður.
– Hetta er eitt gott uppskot, sum eg taki fult undir við, segði hann.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum hevur verið forkvinna í grein 25 nevndini, sum hevur viðgjørt málið, vísti staðiliga uppáhaldinum hjá Steffan Klein Poulsen.
Hon vildi, at Løgtingið skuldi sleppa at taka støðu til júst hetta við at nýta orðið »fólk«. Hon heitti tí á tey tingfólk, sum taka undir við broytingaruppskotinum hjá Jørgen Niclasen og Steffan Klein Poulsen, at atkvøða fyri tí. Hini, sum taka undir við meirilutanum, kunnu taka undir við meirilutauppskotinum, segði Bjørt Samuelsen, sum samstundis legði dent á, at at hetta ikki var eitt samgongumál ella eitt floksmál, at at tingfólk kunnu atkvøða frítt.