Tað er nú greitt, at eitt av av valevnunum hjá Miðflokkinum til løgtingsvalið 8. desembur, verður Aksel Berg.
Hann er 26 ára gamal og hetta er fyrstu ferð, at hann stillar upp. Hann hevur annars verið formaður í ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum frá 2013-2015 og aftur síðani 2018.
Hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at fólk, sum eru trúgvandi, eru við í politikki og sostatt eru við til at mynda samfelagið. Hann sigur í eini fráboðan, at hann vil arbeiða fyri, at Føroyar ikki verða hálaðir í ein liberalan veg, sum hann málber seg.
Eitt av hansra málum verður at Løgtingið skal banna fosturtøku við lóg, ella lógarfesta rættin til lív, sum hann orðar tað. Annars fer hann at virka fyri at styrkja heilsuverkið og at gera tað lættari hjá barnafamiljum.
Aksel Berg er giftur við Mirjam og tey hava ein son og hansara dagliga starv er at at vera lækni á Landssjúkrahúsinum.