Miðflokkurin: Draga somu línu um tunnilin

– Tíðin er nú komin, at samgongan fær fastlagt ætlanina fyri Skálafjarðartunnilin, við tí linjuføring sum var viðtikin og løgd út í kortið, soleiðis at farast kann í gongd við at gera seinastu kanningarnar. Øll ivamál, um ein rundkoyring er nóg trygg í einum Skálafjarðatunli, eru nú avklárað.

 

Tað staðfestir varamaðurin hjá Jenis á Rana á tingi, Vinjard Johansen.

 

Jenis av Rana er staddur í New York á ST aðalfundi, og meðan hann er burtur, røkir Vinjard Johansen sætið á tingi.

 

Meðan Bill Justinussen og Jenis av Rana als ikki hava drigið somu línu í tunnilsmálinum, so tykist Miðflokkurin nú so rørandi samdur við seg sjálvan um, at farast skal undir ætlanina við Skálafjørðinum alt fyri eitt.

 

Vinjard Johansen hevur funnið fram eina kykmynd úr Noreg, sum vísir, hvussu tað er at koyra í tunli við fleiri rundkoyringum. Tað sæst við at trýsta á myndina omanfyri.

 

Lesið viðmerkingina frá Vinjardi Johasen niðanfyri.