Middlesbrough aftur í Premier League

Væl kenda felagið verður aftur at síggja í fremstu røð eftir javnleik í einum lykladysti í dag.

Middlesbrough er aftur í Premier League. Tað er greitt, nú felagið í dag fekk eitt stig í lykladystinum um 2. plássið ímóti Brighton. Einasta kravið var, at Middlesbrough ikki skuldi tapa dystin.


Cristian Stuani legði Middlesbrough á odda 1-0 í 19. minutti, men stutt inn í seinna hálvleik javnaði Dale Stephens til 1-1. Hesa løtuna tevjaði Brighton sigursmálið og uppflytingina, men hesin sami Stephens fekk tó reyða kortið fáar minuttir seinni fyri eina sera ljóta takkling.


Tað gjørdi ikki útlitini betri hjá Brighton, sum einans fekk 1-1-javnleik og harvið má spæla playoffs um at sleppa í Premier League. Hjá Middlesbrough var rómurin stórur, nú felagið aftur er í Premier League á fyrsta sinni síðani 2009.


Burnley flytur eisini beinleiðis upp í Premier League, meðan Brighton, Hull, Derby og Sheffield Wednesday skulu dystast um triðja og seinasta uppflytingarplássið.