Miðbýurin slóknar leygarkvøldið

Tórshavnar kommuna verður partur av altjóða átakinum »Earth Hour 60« leygardagin 29. mars.

Tórshavnar kommuna verður partur av altjóða átakinum »Earth Hour 60« leygardagin 29. mars.

 

Í ein tíma fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans.

 

Øll kunnu taka lut í tiltakinum henda tíman. Tú kanst melda teg til tiltakið á Facebook - eisini um tú ætlar at verða heima hetta kvøldið, men kortini ynskir at sløkkja ljósið.

 

Í ár verður ljósið sløkt í miðbýnum leygarkvøldið 29. mars frá kl. 20:30-21:30.

 

Gøtuljósini í miðbýarøkinum eru øll sløkt henda tíman.

 

Umframt at ljósið verður sløkt, fara starvsfólk og ungdómar á Margarinfabrikkini at skipa fyri tiltaki á Speakers’ Corner. Á skránni verður tónleikur og dansur.

 

Kommunan bjóðar flótt kokao, og Sigrun Mohr, býráðslimur, fer at flyta fram røðu í myrkrinum.

 

Samstundis, sum Tórshavnar kommuna er við í átakinum »Earth Hour«, mælir kommunan øllum borgarum og øðrum at gera tað sama; at sløkkja ljósið henda tíman, leygarkvøldið 29. mars. Tað verður myrkt hesa løtuna í miðbýnum, tí heitir kommunan eisini á øll um at taka lummalyktir við til tiltakið.

 

Átakið byrjaði í Sidney í Avstralia í 2007, tá 2,2 milliónir fólk sløktu ljósið fyri at vísa umhvørvinum ans. Síðani eru lond kring allan heim løgd aftrat skránni á hvørjum ári.

 

Tórshavnar kommuna hevur tikið lut í »Earth Hour 60« síðani 2009. Undirtøkan fyri átakinum hevur verið sera góð hesi árini.

 

Tórshavnar kommuna heitir á øll fólk um at verða ansin í ferðsluni myrku løtuna!