- Hetta er púra burturspilt og fer ikki at skapa lív í miðbýin.
Jan Christiansen, sum hevur verið býráðslimur, og býráðsformaður, í eitt mannaminni, varð ikki afturvaldur á seinasta býráðsvali.
Men í hesum døgum hevur hann havt sæti í býráðnum fyri Boga Andreasen, sum er í farloyvi.
Og á seinasta býráðsfundi legði hann ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann skuldi siga sína meining um summi av teimum tiltøkum, býráðið hevur sett í verk fyri at fáa meiri lív í miðbýin.
Her hugsaði hann um arbeiðið, sum er sett í verk at gera eina uppihaldstrappu í Vágsbotni, og hann hugsaði um ætlanina at gera Grasagarð til spælipláss.
Jan Christiansen var eisini í býráðnum, tá ið uppihaldstrappan varð viðtikin, og tá var hann einsamallur býráðslimur at atkvøða ímóti trappuni.
Og á býráðsfundinum hóskvøldið staðfesti hann, at hann er ímóti hesum mátanum at fáa lív í miðbýin í Havn, tí hann er sannførdur um, at ein uppihaldstrappa og eitt uttandura spælipláss, førir ongan leið.
- Miðbýurin doyr eitt sindur hvønn einasta dag og handilsvinnan í miðbýnum stríðist eitt hart stríð fyri at hóra undan.
Hann sigur, at hann atkvøddi gleðiliga ímóti uppihaldstrappuni á sinni, og at hann fór líka gleðiliga at atkvøða ímóti at gera Grasagarð til eitt spælipláss.
- Veðrið í Føroyum er ikki til uttandura virksemi av hesum slagi sum uppihaldstrappan og uttadura spæliplássið, leggja upp til.
- Uppihaldstrappan í Vágsbotni fer at standa skralltóm minst 98 prosent av tíðini, og spæliplássið í Grasagarði fær somu lagnu, sigur hann.
- Tað verður bara á ólavsøku og tá ið Voxbotn tónleikastevnan er, at onkur verður á trappuni – um so er at veðrið er gott. Og so kanska okkurt góðveðurskvøld, tá ið vesturskinið sendir sínar fløvandi geislar niðuryvir Vágsbotn.
Jan Christiansen sigur, at uttandura spæliplássið í Grasagarði fær akkurát somu lagnu.
Hann sigur, at Grasagarður er ein perla mitt í býnum í Havn, og hann heitti á býráðið um at sleppa ætlanini um uttandura spælipláss og at biðja arkitektar og býarskiparar um at hugsa seg um einaferð afturat.
- Tað, sum nú fer fram, skilji eg ikki, sigur Jan Christiansen.
Træbrúgvin í Kongabrúnni skuldi eisini skapa lív, men har er steindeytt, uttan onkrar heilt fáar løtur í góðveðri. Hann sigur, at tað sama ger seg galdandi við plássinum ímillum Løgtingið og Eik í Miðbýnum.
- Har skuldi vera ”Speakers Corner”, men har eru nokk ikki nógvar røður hildnar, helt Jan Christiansen fyri. Tað er stein etandi deytt, legði hann afturat.
Les eisini: Tað skal vera látur og grátur í miðbýnum
Annars vildi hann ikki sjálvur siga nakað um, hvussu miðbýurin skuldi skipast, tí nettupp tað, heldur hann, at arkitektarnir skulu leggja nøkur uppskot fram um.