Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 141 tons av fiski fyri slakar 2,3 miljónir krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 16,05 krónur fyri kilo. Nógv tann størsti parturin á uppboðssøluni í dag var toskur og hýsa.
Stívliga 90 tons vóru av toski, harav sløk 27.000 tons var toskur 3 og stívliga 51 tons toskur 4. Miðalprísurin á hesum toskastøddum var ávikavist 19,07 og 14,46 krónur fyri kilo. Toskur 1 og toskur 2 fóru fyri ávikavist 25,16 og 22,43 krónur fyri kilo.
Góð 41 tons vóru av hýsu, og her vóru nøgdirnar av hýsu 2 og hýsu 3 nógv tær størstu. Miðalprísurin fyri hýsu 2 var 14,56, og fyri hýsu 3 var miðalprísurin 12,84 krónur fyri kilo. Besti miðalprísur var fyri hýsu 1, 15,01 krónur fyri kilo, men her var talan bert um smáar nøgdir.
Tað vóru bert smávegis nøgdir av øðrum fiskasløgum á uppboðssøluni í morgun, eitt nú longu og havtasku. Besti miðalprísur á longu var 17,05, og besti miðalprísur á havtasku var 36,16 krónur fyri kilo.










