Í annaðkvøld klokkan 18 spælir KÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League móti svenska meistaraliðnum, Malmö FF.
Dysturin verður leiktur á Eleda leikvøllinum í Malmö. Til ber at síggja dystin á KÍ-varpinum.
Malmö FF er risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Malmö FF er so lág sum 1,16.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt úrslit hjá KÍ at fingið við sær til returdystin í Klaksvík eru 7,09.
Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru so høg sum 13,79.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##