Seinnapartin í morgin klokkan 16.45 spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini.
KVF vísir dystin í sjónvarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Dysturin verður móti Montenegro, ið hava givið Føroyum av grovfíluni í tveimum dystum á rað.
9. apríl í ár vann Montenegro 5-1 á Føroyum á heimavølli. 1. desember í fjør vann Montenegro heili 9-0 á Føroyum á heimavølli.'
Í seinasta heimadystin móti Montenegro 22. september í fjør taptu Føroyar tó bert 0-1.
Í bólki 3 hava Montenegro og Grikkaland 10 stig hvør aftaná fýra dystir. Føroyar hava trý stig, og Andorra er aftast við ongum stigi.
Montenegro er risastórur favorittur at vinna á Føroyum.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Føroyar eru so høg sum 14,33.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 7,33.
Miðaloddsini upp á útisigur til Montenegro eru so lág sum 1,15.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













