Klokkan 15 verður grannauppgerð í Betrideildini hjá monnum í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og Víking.
Í teimum seinastu 20 kappingardystunum millum ÍF og Víking hevur Víkingur vunnið 17 dystir, tveir eru endaðir javnir, og ÍF hevur vunnið ein dyst.
Víkingur er eisini risastórur favorittur hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin í Fuglafirði.
Miðaloddsini upp á heimasigur til ÍF eru heili 27,04.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 11,88.
Miðaloddsini upp á útisigur til Víking eru so lág sum 1,04.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##