Palli hjá Mariannu hevur útgoldið 485 milljónir krónur í lønum seinastu fimm árini.
Palli hjá Mariannu er uppsjóvarfelag í Klaksvík, sum rekur uppsjóvarskipini Norðborg og Christian í Grótinum.
Í 2010, 2011 og 2012 arbeiddu 77 fólk hjá samtakinum Palli hjá Mariannu. Í 2013 og 2014 hevur talið verið 105 starvsfólk. Hesi hava fingið tilsamans 485 milljónir krónur í lønum hesi fimm árini.
Hetta gevur eina miðal mánaðarløn hjá hvørjum av teimum 105 starvssettu fólkunum upp á 80.000 krónur. Tað kemur fram í greining av felagnum í Vinnuni í mánadags-Sosialinum, har Eyðfinn Reyðberg greinar størstu fiskivinnufyritøkurnar í Føroyum.
Til samanberingar kann sigast, at meðal lønarkostnaðurin til hvørt av teimum 77 starvsfólkunum í 2010 var 89.000 krónur.
VINNAN er eykablað í mánadagsSosialinum, sum fæst kring landið. Blaðið kann eisini keypast á sos.fo