Tað gongur væl hjá heimsins størstu KT-fyritøkum. Fyrr hava fyritøkur sum Apple, Google og IBM kunngjørt sera jaligar roknskapir, og í gjárkvøldið kunngjørdi Microsoft ein metgóðan roknskap. Roknskapurin, sum er fyri seinasta roknskaparár, ið endaði tann 30. juni, vísir, at umsetningurin var 69,9 milliardir dollarar, sum svarar til 367 milliardir krónur. Eftir skatt var avlopið 23,3 milliardir dollarar ella 122 milliardir krónur.
Tann seinasta ársfjórðingin í roknskaparárinum setti umsetningurin hjá Microsoft met við 17,4 milliardum dollarum ella 91,3 milliardum krónum. Avlopið teir tríggjar mánaðirnar var 5,9 milliardir dollarar ella 31 milliardir krónur.
Úrslitið hjá Microsoft í seinasta ársfjórðingi var betri, enn greinararnir í Wall Street høvdu væntað, skrivar AP.