Áhugin fyri at taka nýggju útgávuna av Windows niður var so stórur, at servarar hjá Microsoft hoknaðu undir trýstinum í gjár - og tænastan mátti steðgast Í gjár bjóðaði Microsoft fólki at taka eina royndarútgávu av nýggja Windows 7 niður á telduna. 2,5 milliónir fólk kundu sleppa at royna at forritið.
Áhugin fyri nýggju stýriskipanini til telduna var tó so stórur, at servarar hjá Microsoft toldu ikki trýstið, tá ið milliónir av fólki stóðu í kø fyri at fáa hendur á skipanini.
Microsoft steðgaði tí tænastuni og arbeiðir nú við at betra um tøknina, so fólk aftur kunnu taka nýggja Windows stýriskipanina niður.










