Nú tekur Microsoft við læru av I Love You virussini, og betra um trygdina í Outlook. Aftaná at I Love You virussin innan 12 tímar, megnaði at gerða skaða fyri yvir 10 milliardir dollarar, hava fleiri og fleiri givið júst Microsoft skuldina av at hetta ber til. Hetta kemst millum annað av, at eins og við Melissa virussini, ið gjørdi um seg í fjørð, hevur tað verið út frá Microsoft forritum, at byrjunarskotini til heimsumfatandi spjaðingina kom.
Ein av grundunum til at I Love You bleiv so kendur, er at MS Outlook sendir forrit víðari við telduposti, uttan at trygdardskipanin er til hindurs fyri hesum.
? Vit hava gjøgnumgingið trygdarspurningarnar í samband við Outlook, sera gjølla seinastu vikurnar, sigur Steven Sinofsky, stjóri á Microsoft Associated Press. Tí kemur Microsoft nú við eini ókeypis dagføring av Outlook, ið kann heintast á netinum. Men sagt verður at øll hol framvegis ikki eru steðgaði.
Nýggju útgávurnar av Outlook fara ikki longur at loyva egnum forritum at senda teldupost av sær sjálvum. Í staðin skal ein ávaring gera brúkaran varan yvir vandan við sjálvvirkandi telduposti.
Antivirus dagføringin er klár í hesi vikuni, men í fyrstu syftu, bert til Outlook 98 og Office 2000.
Microsoft vísir samstundis á at broytingarnar merkja, at vanlig (sakleys) forrit eisini verða steðgaði, og at brúkarin má liva við fleiri ávaringum og minni brúkaravinarligheit.