ES-nevndin fer ætlandi einaferð í vár at áleggja amerikonsku fyritøluni Microsoft at gjalda eina risastóra bót, tí nevndin vil vera við, at fyritøkan hevur misnýtt sína støðu á marknaðinum.
BBC vildi í gjár vera við, at Microsoft kann fáa eina bót upp á fleiri milliardir evrur, men onnur halda, at bótin verður einastaðni ímillum 100 og 500 milliónir evrur. Tað er tó eingin ivi um, at Microsoft fer at kæra avgerðina hjá ES-nevndini, sama hvussu stór bótin verður, men summi halda, at Bill Gates kanska fer at royna at gera eina neyðsemju við nevndina, áðrenn málið kemur so langt.
Amerikanskir dómstólar hava meiri enn einaferð staðfest, at Microsoft hevur misnýtt sína marknaðarstøðu, men higartil hevur tað eydnast fyritøkuni at fáa semju í lag við saksøkjararnar. Eitt nú gjørdi felagið semju við myndugleikarnar í statinum Kalifornia í fjør, ein semja, sum kostaði Microsoft 1,1 milliard dollarar. Í øðrum líknandi málum hevur Microsoft goldið 450 milliónir dollarar í sambandi við semjur.