Mick Jagger og Regin á Bakka!

Mick Jagger og Regin á Bakka.

- Ja, hvat hava teir til felags? Teir reka hvør sína stóru fyritøku. Annar stýrir sínari fyritøku frá størstu tónleikapallunum í heiminum og hevur skapt og upplivað eina altjóða susses, næstan uttan líka. Hin hevur sprongt karmarnar fyri eina vanliga framleiðslufyritøku í Føroyum og hevur sæð hana skrásetta á altjóða keypsskála. Annars eru Bakkafrost og Rolling Stones so at siga javngamlar fyritøkur. Báðar byrjaðu í sekstiárunum. Men enn er Rolling Stones ein væl størri fyritøka enn Bakkafrost.

Tað sigur stjórin í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, Rani Nolsøe, sum fer at halda øðrvísi, spennandi og forvitnisligan fyrilestur í Løkshøll í kvøld klokkan 20.

Hann heldur tað vera upplagt at hyggja eftir eini fyritøku sum Bakkafrost og studera, hvussu susse’in er komin.

- Tað eigur at inspirera mangar íverksetarar, leggur hann aftrat.

Rani Nolsøe, sum var við til at stovna bólkin Frændur fyri 27 arum síðan, fer eisini at seta spurningin, um vinnulívið kann læra nakað av Rolling Stones.

- Eg fari at røða um, hvssu vinnulív og rocktónleikur kunnu geva hvørjum øðrum íblástur, sigur fyrilestrarhaldarin, sum gleðir seg til at halda fyrilesturin í kvøld.

Atgongumerki á 150 krónur fáast við dyrnar í Løkshøll.