Í USA vann Michele Bachmann úr Tea Party-rørsluni eitt óalment royndarval hjá republikanarunum í nátt. Tann 55 ára gamla Bachmann fekk 29 prosent av atkvøðunum ella eitt prosentstig meiri enn Ron Paul. Fyrrverandi guvernørurin Tim Pawlentry kom á triðja pláss við 14 prosentum.
Her er vert at hava í huga, at Mitt Romney, Newt Gingrich og Rick Perry vóru ikki við í atkvøðugreiðsluni.
Eygleiðarar siga, at undirtøkan hjá Michele Bachmann vísir, at hon skal takast í álvara hetta til ta endaligu uppstillingina hjá republikanarunum. Tann tilgongdin byrjar í januar næsta ár, men teir flestu politisku eygleiðararnir vænta, at tá saman um kemur, fer kappingin fer at standa millum Mitt Romney og Rick Perry.










