Michael W. Smith og Thousand Foot Krutch til Føroya

Nógv verður lagd fyri tónleikaliga til ungdómsmøti við Franklin Graham sunnudagin 21. juni.

Sunnudagin 21. juni fara heimskendi sangarin Michael W. Smith og kanadiski tónleikabólkurin Thousand Foot Krutch at spæla í ítróttarhøllini á Nabb.

 

Tað er sum partur av tiltakinum Hásummarhátíð, sum samkomur í Føroyum skipa fyri, í samband við at Franklin Graham talar í Føroyum hendan dagin, at víðagitnu tónleikararnir fara á pall.

 

Michael W. Smith hevur áður verið í Føroyum, í 1996, og hevði tá eina konsert fyri fullari ítróttarhøll í Runavík. Michael W. Smith hevur selt yvir 13 milliónir eintøk, givið 16 útgávur út og vunnið tríggjar Grammyvirðislønir og ein American Music Award.

 

Thousand Foot Krutch er ein kanadiskur rokkbólkur, sum er væl kendur innan kristna umhvørvið.

 

Michael W. Smith og Thousand Foot Krutch fara at spæla á seinna møtinum, sum serliga er ætlað teimum ungu. Møtið byrjar klokkan 21.30, 21. juni, í Ítróttarhøllini á Hálsi.

 

Av tí at nógv fólk kann væntast til møtini, verða sjónvarpsskíggjar settir upp í Dansifrøi og í einum tjaldi hjá Tórshavnar Kommunu, so øll síggja og hoyra alt, sum fer fram.