Enski framherjin hevur longt sáttmálan við Manchester United og verður sostatt aftur at síggja við 7-talinum á rygginum komandi ár. 31-ára gamli Michael Owen vann í ár sítt fyrsta meistaraheitið í enskum fótbólti. Hóast hann bara var við frá byrjan eina ferð í Premier League hetta kappingarárið, so hevur Manchester United valt at leingja við framherjan við einum ári.
- Eg eri fegin um at hava longt sáttmálan við einum ár og gleði meg ti komandi kappingarár, sigur Michael Owen við heimasíðuna hjá Manchester United.
Eisini venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, er fegin um nýggja sáttmálan.
- Michael Owen hevur prógvað, at hann er ein framúr fótbóltsspælari. Tað er harmuligt, at hann ikki hevur fingið fleiri møguleikar besta liðnum, men Javier Hernandez hevur tikið øll av bóli, sigur Sir Alex Ferguson.
Michael Owen byrjaði sína yrkisleið í Liverpool, har hann spældi til 2004. Áðrenn hann kom til Manchester United spældi hann við Real Madrid og Newcastle. Hann eisini spælt 89 dystir fyri Ongland og hevur skorað 40 mál.