Michael og Anker í Gongugøtuni

Teir báðir stavnarnir, Michael Müller og Anker Mortensen fara aftur í ár at hugna um í Gongugøtuni í Havn dagarnar upp undir jól. Teir borðreiða við kryddhyllum, góðgæti og øðrum forkunnugum.

Fyri tveimum árum síðani hugnaður teir um í Havnini við Litaðum Kastanjum og rullupylsupressum. Í ár ætla teir at taka siðin uppaftur, men hesaferð eisini við pannukøkum og tónleiki. Vinmenn av Landavegnum hjálpa til, so har verður óivað okkurt skemtiligt at uppliva.