Michael Nyqvist deyður

Kendi og fólkakæri svenski sjónleikarin, Michal Nyquist doyði í gjár, 56 ára gamal. Hann hevði lungnakrabba, men helt tað fyri seg sjálvan og tískil komu deyðsboðini sum ein skelkur í gjár, skriva svenskir miðlar.

 

Michael Nyqist hevur havt eina ørgrynnu av leiklutin á filmum, eitt nú er hann kendur, sum John Banck úr sendirøðini Beck, men ikki minst er hann kendur sum ein av høvuðsleikarunum í Millennium hjá Stig Larsson, har hann hevði leiklutin sum blaðmaðurin, Mikael Blomkvist. Men í 2012 gjørdi hann eisini vart við seg í einum leikluti í Mission Impossible – Ghost Protocol.