Michael Moore: Ein Spikafeitur Sosialistur

Nokkso óeffektivt kemur hann við kunsturligum anekdotum um hvussu tey gírigu og maktfullu fokka tað lítla fólkið, kontórdamurnar, samtíðis sum hann fleskar seg í innihaldslítlari, sentimentalari generalisering

UMMÆLI, CAPITALISM: A LOVE STORY

Um tú frammanundan vamlast við Michael Moore, tá fer Capitalism: A Love Story, hansara seinasti heimildarfilmur, provokatión, upptraðkan, neyvan at broyta tína meining um mannin. Og elskar tú hann treytaleyst, tá hevur filmurin einki at fortelja tær, tú og tínir nýklóku kammerátar ikki longu hava heildarsamtykt.
Men, seriøst, hoppar nakar veruliga uppá handa anti-kapitalistiska marsjin hjá Moore?
20-ára karrieran hjá bumsuta michiganaranum sum eitt populistiskt halgineyt, hvørs apsalutta sýtan antin at hvørva ella brýna fólkavillandi stílin, hevur gjørt Moore til ein trupulleika sjálvt fyri hasi, sum í høvuðsdráttum styðja politikkin. Tey øtast um leveringsmátan: fjákutu pretini, bíligu demoniseringina av andstøðingum og tilvitaðu royndina at spæla apukattur og villleiða, hvørja ferð ein sannførandi kontragrundgeving rakar hann smask í skortin.

Onkur heldur kanska, at Mooresa ævinligi vilji at gera tænastu í verðini sum eitt skammleyst óvætti er eitt sindur rørandi, enntá stórbærur. Vavt inn í tveir tímar av leysliga—sera leysliga—samansettum persónssøgum, eru onkrar upplýsingar um Moore, sum, ja, visti eg av teimum áðrenn, tá hevði eg ikki skrásett tær. Hann er lívlangur katolikkur. Hann tosar við katólskar prestar, sum tignarliga vissa honum um, at kapitalisman er ónd og anti-human. (Men, álvaratos, hava katolikkar ikki fráskrivað sær rættin at prædika um mannakærleika.)
Tí, so skjótt sum Michael Moore viðger størri og meiri samansett viðurskifti, byrjar svart-hvíti karikatur-moralurin at følast sum ein ótolandi episoda av Tilveru, har allur sannleiki er persónligur.
Aftur og aftur snávar hann, tá ið hann skal analysera heildarmyndina. Tað er ikki bert Jógvan P. Lassen, Kvfsa orakkul vegna løgfrøði og tjóðarbygging annars, ið skyldrøkin sleppur at peika, men eisini hr. Moore, hvørs offur telja Reagan, Dubya, Alan Greenspan og, ikki at gloyma, Wall Street. Men presiss sum hin opportunisturin, hevur Michael ikki ánilsi fyri, hvørji ráð eru fyri tí vanskili, ið opinberiliga ger seg galdandi.
Jú, hann spælir við orðinum “sosialisma”, men uttan heilt at klemma tað, og brúkar ístaðin eitt meiri ullint alternativ: “demokrati”.
Hann tykist gloyma, at tað var ein demokratisk prosess, ið syrgdi fyri, at Bush yngri varð endurvaldur sum forseti í 2004. Og hvat “yvirforbrúki” og fíggjarmarknaðinum viðvíkur, tá er hann komin til ta neandertalsku niðurstøðu, at tað, at verðin rúmar nøkrum ómoralskum og nóg so vágakendum bankastjórum, prógvar, at kapitalisman ikki riggar.

At biðja fólk taka Michael Moore í álvara er tí lítið frægari enn at skumpa kol fyri Satan. Maðurin kann jú ikki vera heilt í ordan, tá ið hann heklar kapitalismuna ígjøgnum, og sær út sum hann ger.
Men so líðandi eru hansara dokumentarar blivnir til ein genra fyri seg; við elementum, ið gera teir eins fyriboðandi og svikaligar sum ein biltúrur við Sølva Reinert Hansen.
Vit vita, at Moore fer at, bæði so og so, fylla nógv í sínum egna filmi. Hann fer at kvissa sakleysu stakkaladýrini, sum tóku lán, ikki tí at tey sjálvi vildu, men tí at hasir forbistraðu ríkkropparnir tvingaðu tey, við veruligari sympati og einum barnsligum yvirbrá, ið ger, at eg leingist eftir at sparka hann í afturpartin.
Og tú bara veitst, at uppá eitt ella annað tíðspunkt fer Moore, við megafon í hond, at krevja (altíð til fánýtis), at ein av hasum kroppunum daga undan at taka lut í einum forhoyri, dokumentaristurin seinnameiri kann klippa, soleiðis at hann endar sum tann klóki.
Capitalism: A Love Story er alt hetta. Tjúkkibollin skal tó eiga tað, at hann ikki er bangin fyri at takkla stór evni. Eftir at hava barst ímóti amerikanskari vápnalóggávu, elitera sjúkrahúsverkinum og vælsignaða Irak-krígnum, hevur hann nú stillað siktið á sjálva kapitalistisku skipanina.
Nokkso óeffektivt kemur hann við kunsturligum anekdotum um hvussu tey gírigu og maktfullu fokka tað lítla fólkið, kontórdamurnar, samtíðis sum hann fleskar seg í innihaldslítlari, sentimentalari generalisering.

Mest menningartarnaða senan í Capitalism: A Love Story er tá ið Mikey-boy vaggar ímóti aðalsætinum hjá Goldman Sachs og øðrum íløgubankum, og stendur so kiksaður har við einum sekki, sum hann bønar duravørðin geva sær loyvi at koma inn í bygningin at krevja aftur landsins pengar. Fá tær eitt lív, maður!
Nú tá ið tjúgu ár eru farin síðani hansara fyrsta film, Roger and Me, kunnu vit so øll semjast um at pikka uppá okkara kollektiva minni við øllum hasum løtunum, har Moore er vorðin noktaður atgongd inn í kapitalistiskar skýskavarar av høviskum duravørðum (ið allir hoyra til arbeiðaraklassan, hann so elskar at umboða)?
Vit hava fatað tað, Mikey-boy: Stjórin hjá GM hevur ikki hug at møta teg. Stjórin hjá Goldman Sachs hevur ikki hug at møta teg. Amerikanski fíggjarmálaráðharrin hevur ikki hug at møta teg. Oyðslar tú fleiri upptøkur uppá hesa møðsamu tilvildartalu, góði, risikerar tú bara, at tín loyali fjepparaskari fer at hava tað upp á sama máta.

Hóast hansara semi-ironiska nýtsla av kommunistiskum signifikantum (Stalin er til dømis ein afturvendandi kroppur), tá ivist eg í, at hamarin, sum Moore brúkar at hamra heim hansara ideologiska volapykk, veruliga er fylgt við einum marxistiskum akurknívi.
Ikki fyri fyrstu ferð førir hann í Capitalism: A Love Story fram eitt stórsligið argument, men megnar ikki at fullføra tað. Tí broytingin, Moore talar fyri, er eginliga ein ógvusligari regulering av kapitalistiskari yvirframleiðslu, ikki ein kollrenning av fría marknaðinum.
Tað, at hann velur at brúka kapitalismuna sum sín strámann (heldur enn, ja, grammleika ella Reagansa deregulering), potar hann tættari at nøkrum vemmiligum heimsleiðarum frá sovjett-tíðini, enn hann kanska ger sær far um. Sjálvur skíti eg á tað, men tað skaðar hansara trúvirði mótvegis teimum, ið aðramáta halda hann vera ein politiskan stuttleikaøsara, men sum nú bara halda vera eina klovn vegna sosialum rættvísi.

At lýst filmin sum skræpa, hevði verið at risikerað ein diskurs, ið nakrantíð aftur fór at rísa uppum mannatrekk. At lýst filmin sum eitt lætt og fólksligt eksperiment, hevði verið ov innlýsandi. At lýst filmin sum óerligan og demagogiskan, hevði næstan verið at promovera hesi hugtøk til nakað, ið ber á brá av respektabiliteti.
Filmurin er ein óhugnalig venjing í moralskum fjasi, naivt kamufleraður sum ein venjing í álvarsemi. Honum dámar betur køvandi sarkasmu enn ironi tó uttan at skilja munin.
Mooresa knallreyðu kjarnufjepparir fara óivað at elska filmin fyri hansara etsandi huglag. Tað er tó óundansleppandi, at filmurin enn einaferð prógvar, at Michael Moore er ein troyttandi provokatørur, ein dovin undirhaldari, sum kortini fyrst og fremst avdúkar hansara mangul uppá ein fyrsta floks heila.

Um vit nú taka Irak-filmin, Fahrenheit 9/11, tá vísti hr. Moore, at hann ikki skilir munin á “frælsi at gera okkurt” og “frælsi frá onkrum”. Hevði hann, tá hevði filmurin ikki verið so langt úti innihaldsliga, at sjálvt Al Jazeera, á einum vánaligum degi, hevði havt trupulleikar at víst nakað so fullkomiliga agitatoriskt.
So í ummælinum gjørdi eg ikki mætari enn at smyrja ólukkudýrið av, jagla hann sundur og spýta bróskið út. Eitt satt fornoyilsi. Og kann eg líka skoyta uppí: móttøkan av einum spontanum teldubrævi, hvørs sendari takkaði meg fyri at geva Fahrenheit 9/11 toyggið—sum, uttan so at Barbara Holm smsar “Hjá tær ella mær”—er á leið so uppøstur sum eg nakrantíð havi verið av modernaðum samskifti.
Størsta problemið við Michael Moore og vatnmelónunum, hann høpisleyst dyrkar, er jú tess sjálvsmynd sum okkurt dekan ov hátíðarligt, korrekt, plantuetandi, kámt og keðiligt, einlitt, sjálvshevjandi rættvíst og, ja, kavmoðið.

Sum við Fahrenheit 9/11 ávarar Michael Moore , at hann fer at saksøkja, um nakar dittar sær at niðra hann ella hansara filmsliga onkabarn. Eg havi hoyrt um onkran høgravendan bólk, ið ætlaði at boykotta filmin, men hvussu býttur ella yvirgangsligur skalt tú vera fyri at svara eitt slag av dølskni og feikheit við einum øðrum?
Vælsignaði, hygg at filminum, hann er at síggja á Canal + í hesum døgum. Og bjóða tínari familju ella vinum at hyggja við. Men ver fullvísur í, at Capitalism: A Love Story er so flatur, og so falskur, at sovorðið sum kanning og moralskt skilvísi er honum óviðkomandi. Og hvat óhugnaligum advokatum viðvíkur—vit síggjast í rættinum!