Tann sterki danski strikuspælarin Michael V. Knudsen skal undir skurð, hann hevur bruna í blindtarminum, hann gevst tí at leika í OL-kappingini. Hann er innlagdur á sjúkrahús í Kina, har hann skal undir skurð í nátt.
Annars roknaði Michael Knudsen við at verða klárur til dystin móti Egyptalandi, men hann gjørdist rættuliga ringur beint áðrenn og endaði á sjúkrahúsi.
Landsliðsvenjarin Ulrik Wilbek er sera harmur, um at Knudsen gjørdist sjúkur. ?Tað er verri at missa Knudsen, enn at leika javnt 23-23 móti egyptum?, segði Wilbek eftir dystin.
Ulrik Wilbek hevur sett Mikkel Hansen á liðið fyri Michael Knudsen, Mikkel Hansen er staddur í Beijing.
Michael Knudsen gjørdist sjúkur beint eftir setanina av OL. Hann hevði nógva pínu, men læknarnir vistu ikki hvat bagdi.
Beint áðrenn dystin móti egyptum, gjørdist hann rættuliga illa fyri, hann fekk tá eisini nógvan febur og var tí koyrdur á sjúkrahús i Beijing, har hann verður lagdur undir skurð í nátt.