Michael Douglas basti krabbanum

Fyri einum hálvum ári síðani varð fráboðað, at heimskendi amerikanski filmsleikarin Michael Douglas var sjúkur av krabbameini í hálsinum, og myndir vístu, at sjúkan var farin illa við honum.

Men nú sigur Michael Douglas, at krabbameinssvullurin í hálsinum er burturi.

-Eg havi tað gott. Svullurin er burturi, men eg skal framvegis til kanningar eina ferð um mánaðin. Teir seinastu seks mánaðirnir hava verið harðir, sigur Michael Douglas við sjónvarpið NBC.

Sunnudagin verður avgjørt, um tann 66 ára gamli Douglas vinnur eina Golden Globe-heiðursløn fyri leiklurin sum Gordon Gekko i filminum ?Wall Street 2 - Money Never Sleeps?.