Michał Przybylski gjørt sáttmála í Póllandi

Ársins ungi spælari í Føroyum í fjør, hevur gjørt sáttmála í Póllandi

Michał Przybylski hevur í dag gjørt ein 2,5 ára sáttmála við pólska felagið Widzew. Hann hevur verið upp á tal í flestu av føroysku feløgunum, men hevur valt pólskan fótbólt framum. Hann verður nú helst ikki tøkur til føroyskan landsliðsfótbólt, hóast hann hevur búð í landinum síðani hann var tvey ár.

 

- Eg vildi sleppa aftur til Póllandi og haldi at hetta er rætta felagið fyri meg. Eg vænti at vit flyta upp og eg valdi eisini hetta felagið orsaka av venjaranum Franciszek Smuda, sum eg havi vant undir í í eina viku fyrr. Vónandi kann hann læra meg nógv, sigur Michał Przybylski við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Widzew Łódź spælir í fjórðbestu deildini í Póllandi. Michał Przybylski spældi í fjør við Skála, har hann skoraði tíggju mál. Seinni bleiv hann kosin til ársins ungi spælari í Føroyum í 2017.