FIFA forsetin Gianni Infantino smírist á tíðindafundi, har tað verður kunngjørt, hvørjir býir skulu hýsa HM í fótbólti í 2026 (Mynd: Jessica Alcheh/SIPA/Ritzau Scanpix)

Miami og Mexico City eru millum 16 vertsbýir fyri HM 2026

Fifa hevur almannakunngjørt nøvnini á teimum 16 býunum í trimum londum, har HM í fótbólti skal spælast í 2026

 

FIFA forsetin Gianni Infantino smírist á tíðindafundi, har tað verður kunngjørt, hvørjir býir skulu hýsa HM í fótbólti í 2026 (Mynd: Jessica Alcheh/SIPA/Ritzau Scanpix)

Los Angeles, New York, Toronto, Vancouver og Mexico City eru millum býirnar, har fótbóltsdystir skulu spælast, tá USA, Kanada og Mexico í felag hýsa HM í 2026.

– Vit ynskja teimum 16 vertsbýunum tillukku við teirra einstandandi eldhuga og nærlagni. Í dag er ein søguligur dagur fyri allar hesar býir og statir og fyri Fifa, Kanada, USA og Mexico, sum fara at syrgja fyri besta undirhaldi á jørðini, segði Fifa-forsetin Gianni Infantino í eini fráboðan.

11 vertsbýir eru í USA, tveir í Kanada og tríggir í Mexico.

Býirnir í USA eru Atlanta, Boston, Dallas, Houston, Kansas City, Los Angeles, Miami, New York/New Jersey, Philadelphia, San Francisco  Bay Area og Seattel. Teir kanadisku býirnir eru Toronto og Vancouver, meðan vertsbýirnir í Mexico eru Guadalajara, Mexico City og Monterrey.

Tað víðkaða endaspæli fer fyri fyrstu ferð nakrantíð at hava 48 lið við. Tað er ein hækking upp á 16 frá HM, sum í ár verður í Qatar í november og desember, tá 32 lond er umboðað.

HM í 2026 verður harumframt tað fyrsta fótbólts-HM, sum verður hildið í trimum londum í felag.

Cincinnati, Denver, Edmonton, Nashville, Orlando og Washington D. C./Baltimore høvdu eisini vónað at skula verið vertsbýir, men vórðu ikki valdir.

 

##med2##

– Vit eru sera takksom ikki bara fyri teir 16 býir, sum eru valdi, men eisini fyri hinar seks. Teir síggja fram til seinni at kunnu kanna møguleikarnar fyri at bjóða viðhaldsfólki og luttakandi liðum vælkomnum, sigur Gianni Infantino.

Fifa-forsetin leggur afturat, at tað uttan iva fer at hava stóra ávirkan á alt økið og tað breiðara fótbóltssamfelagið, at HM í 2026 verður hildið í trimum londum.

/ritzau/

 

 

FIFA forsetin Gianni Infantino smírist á tíðindafundi, har tað verður kunngjørt, hvørjir býir skulu hýsa HM í fótbólti í 2026 (Mynd: Jessica Alcheh/SIPA/Ritzau Scanpix)

Fifa-forsetin Gianni Infantino avdúkaði seint í kvøld teir 16 vertsbýirnar fyri HM í fótbólti í 2026 í USA, Kanada og Mexico. (Arkivfoto). - Foto: Pavel Golovkin/Ritzau Scanpix