Miðvingur vart Ph.d.-ritgerð í Onglandi

Mánadagin í farnu viku vardi Jógvan Hansen, jarðfrøðingur, Ph.D.ritgerð sína við Durham University í Stóra Bretlandi.

Ritgerðin ber heitið: “Petrogenetic Evolution, Geometries and Intrusive Styles of the Early Cenozoic Saucer-Shaped Sills of the Faroe Islands”. Í ritgerðini verða ymisk vísindalig atlit tengd at sjey stórum basalt sillum í føroysku fjøllunum viðgjørd.

Jógvan, sum er ættaður úr Miðvági, arbeiðir sum granskari á omanfyri nevnda universiteti og hevur somuleiðis skrivað tvær greinar, sum eru tengdar at hesi verkætlanini eru almannakunngjørdar í altjóða tíðarritum.

Fyrra greinin kallast “The onset of the North Atlantic Igneous Province in a rifting perspective”, og varð prentað í Geological Magazine í mai 2009.

Seinna greinin kallaðist “Early Cenozoic saucer-shaped sills of the Faroe Islands: an example of intrusive styles in basaltic lava piles”, og var prentaðí The Journal of the Geological Society í januar mánaði í fjør.

Ein grein afturat er undir fyrireiking.

Teir tríggir, Dr. Dougal Jerram, Dr. Ken McCaffery og Dr. Simon Passey vóru vegleiðarar hjá Jógvani Hansen, hvørs verkætlan fekk fíggjarligan stuðul, umvegis Jarðfeingi, frá oljufeløgunum BP, Chevron og Geysir Petroleum